Tú í eygum mínum sær ta fávitsku sum býr í míni sál Tann fremmandi í mær, sum reikar mangan dagin uttan mál Eg sum flótti hava leitað um tað barasta var ein Góða tað er gott tú ert mítt heim
Tá tú stríkur hond á kinn, og teskar til mín at alt verður gott Til tín eg komi inn, mín elskaða sum verji hvørja nátt Ei longur skal eg valla og grundin hon er ein Góða tað er gott tú ert mítt heim
Heimið tað er lív á Havnargøtum Klaksvík millum vinir mínar har Hvannhagi ein vakran summarmorgun Heimið er tað orð eg gevi tær
Og tú sendi mær eitt brá ein kaldan kavamorgun í apríl Eg í eygum tínum sá at lívið tað var meira enn títt smíl Á kinnar duttu flykrur og á varrum frostur lá Í tær mín góða fann eg kærleika