Vælkomin øll í Gundadal at stuðla okkar' lið. B36 tað er, sum vit øll halda við. Setið tykkum øksl við øksl og heppið okkar' menn. Um nú tú gert títt, so ger liðið sítt og vit vinna eina ferð enn!
B36 tað er jú okkar' eitt og alt. Tá illa gongst, tað kennist sum í sár er latið salt, men tá so sigur vunnin er og dystur blástur av, tá vit renna út onkur bóltar rút. Takka teim oss sigurin gav.
Komið tí og syngið við, lat runga hart og hvølt: "B36 KOYR Á!" í senn vit rópa øll. Tá úrslitið tað sjálvsagt er; vit skora sigursmál, tí um tú gert títt, so ger liðið sítt og í felag vit gera eitt hál!