mjørkaflókar leggja seg sum ein dúnmjúk dýna yvir bygdina tú stendur við gluggan og hyggur út í tokudalin grátt út yvir grátt fjalt er alt sum var grønt og blátt høgu fjøllini eru ballað inn í mjørkaflókar eygu tíni eru fjar sum síggja tey okkurt eingin annar sær eg hevði ynskt eg sá við tínum eygum tín veruleika grátt út yvir grátt fjalt er alt sum var grønt og blátt høgu fjøllini eru ballað inn í mjørkaflókar aldrin kendist tú so langt burturi sum nú men eg síggi teg gjøgnum opini millum regndropar