So verður sagt av monnum at lívið er markleys neyð eitt dýpi av gráum døgum og børn, ið biða um breyð Kanska er lívið sorgarlag kanska er lívið gott og kanska eg ein skínandi dag beri kenslu av myrkari nátt
Í nátt er luftin so rein og klár bládjúp og ísandi køld foldin hvílir í hvítari tøgn og norðlýsið reisir sær tjøld Og vit mítt er fult av tonkum á ferð út á víðan veg at finna á miðleysu náttargongd tann vísdóm, ið uggar meg
Men ongan vísdóm eg finni ið sigur tey sonnu orð Sum bløðandi fuglar falla tey aftur at hvítari for Tó eg veit at dýrgripir finnast og fjalast við gráan eim tá gentur og dreingir spenna sum folar í dans og gleim
Tá barmur mín spentur av undran av eydnu, av tungari trá av iva og sorgarløgum Eisini, eisini tá :,: veit eg at lívið er gáva eitt dýpi av dýrari tíð sum øll skulu valla ígjøgnum rekast og villast inní :,: