SO VERÐUR SAGT AV MONNUM,
AT LÍVIÐ ER MARKLEYS NEYÐ
EITT DÝPI AV GRÁUM DØGUM,
OG BØRN ÍÐ BIÐA UM BREYÐ
KANSKA ER LÍVIÐ SORGARLAG;
KANSKA ER LÍVIÐ GOTT
OG KANSKA EG EIN SKÍNNANDI DAG
BERI KENSLU AV MYRKARI NÁTT
Í NÁTT ER LUFTIN SO REIN OG KLÁR
BLÁBJÚP OG ÍSANDI KØLD
FOLDIN HVÍLIR Í HVÍTARI TØGN
OG NORÐLÝSIÐ REISIR SÆR TJØLD
OG VIT MÍTT ER FULT AV TONKUM
Á FERÐ ÚT Á VÍÐAN VEG
AT FINNA Á MIÐLEYSU NÁTTARGONGD
TANN VÍSDÓM Í UGGAR MEG
MEN ONGAN VÍSDÓM EG FINNI
ÍÐ SIGA TEY SONNU ORÐ
SUM BLØÐANDI FUGLAR FALLA TEY
AFTUR Á HVÍTARI FOR
TÓ EG VEIT AT DÝRGRIPIR FINNAST
OG FJALAST VIÐ GRÁAN EIM
TÁ GENTUR OG DREINGIR SPENNA
SUM FOLAR Í DANS OG GLEIM
TÁ BARMUR MÍN SPENTUR AV UNDRAN
AV EYDNU AV TUNGARI TRÁ
AV IVA OG SORGALØGUM EISINI EISINI TÁ
:,: VEIT EG AT LÍVI ER GÁVA
EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ
SUM ØLL SKULLU VALLA ÍGJØGNUM
REKAST OG VILLAST INNÍ.
Elin Heinesen & Tórshavnar Manskor еще тексты
Оценка текста
Статистика страницы на pesni.guru ▼
Просмотров сегодня: 1