9. Hetta mítt ráð man vera gott: Vit skulu herja á hann á nátt.”
10. Teir samlaðu saman sveinar og menn og gingu til strandar allir í senn. --------------- 11 So sigldi Tróndur Skúvoyarfjør, skútan bognaði sum ein gjør.
12. So myrk var náttin, og skútan gegg, so blíðan byrðin Tróndur fekk.
13. Myrk var náttin, og skútan rann, teir hildu beint mót Skúvoy fram.
14 Eingin vardi, teir komu hartil, alt gekk til, sum Tróndur vil. --------------- 15. Skramblaðu teir við vápnum hart, so hurðar gingu í smildur snart.
16. Sigmundur vaknar úr svøvni brátt: “Hvør brýtur inn á meg í nátt?”
17. “Hann, sum brýtur tínar dyr, tað er tann maður, tú háaði fyrr.
18. Sigmund helt sítt svørð ímót, fimm fullu høvur á Tróndar fót.
19. Sigmundur høggur av makt og vold, trý fullu høvur á Tróndar skjold.
20. Tróndur hann var til ilsku fús: “Tit setið nú eld á Sigmunds hús!”
21. Sigmundur talar til frænda sín: “Nú má eg rýma av húsi mín’.”
22. Einar úr Suðuroy, hans frændi Tór, eingin annar við Sigmundi fór.
23. Sigmunds hústrú stendur við vegg: “Tú hoyr meg , Tróndur Gøtuskegg.
24. Stríðist tú móti konu og børn, so ert tú grískari enn ein bjørn.”
25. “Tit sløkkið eld, tit stingið inn knív! Eg stríðist bert um Sigmunds lív.” --------------- 26. Tróndur vendi borgini frá, beint ímót’ sum Sigmundur lá.
27. Tróndur hevði so fyri orð: “Eg kenni royk av Sigmunds sporð.”
28. Tróndur biður teir hava mót: “Eg kenni royk av Sigmunds fót.”
29. Teir gingu fram um grøna lund, teir dvøldust við gjónna eina stund.
30. Sigmundur sær um gjónna brá: Steingríms høvur á vølli lá.
31. Sigmundur aftur um gjónna sprakk, svørðið úr hans hondum stakk.
32. Sigmundur flýddi á oynna norð, Tróndur hevði tá manndómsorð. --------------- 33. Sigmundur kastaði í havið seg, Einar og Tóri sama veg.
34. Tá ið Tróndur hetta sá, aftur at báti skundar hann tá.
35. Aftur at báti skundar hann tá, men ikki kundi hann Sigmundi ná.
36. Svimja teir tríggir við miklari ferð, sum streymur harður á firði er.
37. Tórur aftur um seg sá: “Nú tekur Einar at dragna frá.”
38. Sigmundur gjørdi sær tann ómak: hann legði Einar á sítt bak.
39. Tórur rætti Sigmundi hond: “Nú hevur Einar givið upp ond.”
40. Sigmund slepti Einar’ av, Suðuroyarfjørður varð hans grav.
41. Sigmundur svimur og frændi hans, enn er fjórðingur eftir til lands.
42. Tórur legði seg bylgju ímót. “Nú eri eg givin í hond og fót.”
43. Tú svim til lands, legg einki í meg! Eg eri farin, men redda teg.
44. Svaraði Sigmund’, í sjónum sat: “Ei, mín frændi, skiljast vit at.
45. Vit vóru saman í mangari ferð, ei mín frændi, skiljast vit her.”
46. Sigmundur var í orðum trygg’, hann legði Tóra á sín rygg.
47. Sigmundur svimur av allari makt: “Nú hava vit at landi lagt.”
48. Brimið tað brýtur sum boðaslóð, Tað Tóra niður at botni dró.
49. Sigmundur var ein menskur mann, men ikki bóru beinini hann.
50. Tá hann hevði svomið tann veg so lang, hann legði seg stillan niður í tang. --------------- 51. Torgrímur átti Sandvík fyrr, hann sá ein morgun út fyri dyr.