Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn! á vetri so randhvítt, á sumri við logn, tú tekur meg at tær so tætt í tín favn. Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn, sum menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu. Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!
Hin roðin, sum skínur á sumri í líð, hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð, og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál, og ljósið, sum spælir mær sigur í sál: alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna, at eg verji Føroyar, mítt land.
Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð: Hin heilagi friður mær falli í lut! Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd! So torir hon vága - av Gudi væl skírd - at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land!