Tá kvøldið kemur og sól fer í kav tá sveipar seg myrkur yvir land og hav. Men tað tekur tó ei so langa tíð, Tí brátt tendrast stjørnurnar og mánin.
Stjørnurnar glytra og tær lýsa so bjart Og mánin smílist hugnaligt ígjøgnum myrkrið svart. Ja, tey kína tann sovandi barnakinn Og sveima so blíðliga í teirra dreymar inn.
Har ganga tvey við sjóvarstrond, tey ganga saman hond í hond, og hugsa um kærleikans sterku bond, og aldurnar tutla framvið sjóvarstrond.