Eg veit væl tað byrjaði í spølni,
ein lítlan guð og lívið kendist feitt
tað sum fyrr var spennandi við vinum,
kendist tungt og hevði lívið broytt
Og við eitt so hevði borið fanga,
og ein leinkja løgd um sinni títt
hon var tung og køvdi glaða lyndi,
sum trívist best tá tað kann liva frítt
Og so svunnir vóru glaðir dagar,
og ei longur kendist nakar við
eingin elskar ein í hevur snáva,
eingin hava vil við sína lið
Men tú vildi hava lívið aftur,
taka tað sum tikið var frá tær
og tú sýndi slíka stóra styrki,
og tú sýndi øllum hvør tú var
Ansa tær og altíð goym tær hjá
allir dagar eigir tú enn á
tak móti hvørjum degi
tað er tær í lívið byggir á
Temasolo:
Ansa tær og altíð goym tær hjá
allir dagar eigir tú enn á
tak móti hvørjum degi
tað er tær í lívið byggir á
Ansa tær og altíð goym tær hjá
allir dagar eigir tú enn á
tak móti hvørjum degi
tað er tær í lívið byggir á
tað er tær í lívið byggir á..
Jens Marni еще тексты
Видео
-
Jens Marni Hansen & Stanley Samuelsen ...
Jens Marni Hansen & Stanley Samuelsen - Morguntúrur Í Juni. Tóki Brattalíð ...
Оценка текста
Статистика страницы на pesni.guru ▼
Просмотров сегодня: 1