Ein ordans maður eri Eg eiti Petur Keri Ein føroyingur eg eri burturav Við langum myrkum hári Rayban fjalir tárið Svartur leðurjakki er eitt krav
Mær dámar væl at mæla Ganga runt og playboy spæla Dugi væl at seta hárið, á dett knoss! Í Yndi fitness pumpi mína muskuløsu rumpu Undir brúsuni eg brúki Hugo Boss.
Gamal drongur eri nú Hjá mammu havi búð Og hon sigur fá tær lív og vív Men lívið er ei lætt Eg finni ongan skatt Allar eru farnar tað er sætt
Eftir konufólki hyggji Meðan bublugummi tyggji Snøggar diddur hava kjans at fáa meg. Í Dimmu eg vil lýsa eftir kvinnu eg vil hýsa, send tú umsøkn, so eg kann velja teg!
Gamal drongur eri nú… Eg arbeiðsleysur eri Ja stakkals Petur Keri Eg ofta er smidaður til hús Tí eg vil verða stjóri Og sita á kontóri – við cigar í hond og vera kontórmús.