Rennið dreingir, yvir eingir mennið tykkum við hvønn keik, snarur fótur, tankar fljótir gerast við hvønn dystarleik. Sýnið so at dreingir duga, fremjið leik av fullum huga: Fyri B36, fyri B36 Dystur gongur, eingin longur skilir hvussu stendur til. Spark á grundum, eydnan stundum báðar vegir fara vil. Spælið dreingir, siðiliga, standið væl og manniliga: Fyri B36, fyri B36 Harðnar leikur, siðsti keikur, mannamúgvan gongur kyk. Dreingir renna, æðrar spenna til at taka síðsta dik. Aftur fram teir bóltin senda, jú, tað gekk - og leikin henda: Vann B36, vann B36!