Tá ið meldurin í eitt bil steðgar á og tú sært at allur heimurin er ein pallur hjá tær og hjá hinum
Ja, so er alt so broytt vit eru bara menniskju, sum eru saman her og tú kanst vera tú í hesari steinrunnu gomlu verð, sum nú er
Klettarnir klovna tá brátt álvar og trøll trína í dyr og vit eru í heilt øðrum stað hóast alt er tað sama sum var
Alt og onki er bara tað, sum tað er í sær sjálvum kastar afturskin, verða hugtøk í tær og í hinum
Og alt er støðugt nýtt vit eru bara menniskju, sum eru saman her og alt ber so væl til í hesari steinrunnu gomlu verð, sum nú er
Klettarnir klovna tá brátt álvar og trøll trína í dyr einglarnir vísa seg tá at ganga ímillum okkum her tey fornisku tysja tá fram drekka sær sólargeislaskál tey koma úr himli og hel tey koma úr tær og so úr mær og vit eru í heilt øðrum stað hóast alt er tað sama sum var og eg vakni og síggi av tær eina vónríka sjón djúpt í mær
When the whirlwind winds down for a while and you see the entire world is your stage and that of others.
Yes, then everything is changed we are only people that are here together, and you can be yourself in this fossilized old world, which is.
Suddenly the cliffs split open and elves and trolls are at your doorstep and we find ourselves in a different place although everything is as it was.
Everything and nothing is as it is in it self, throwing reflections, becoming notions in you and in them.
And all is gradually new, we are only people that are here together and all is possible in this fossilized old world, which now is.
Suddenly the cliffs split open and elves and trolls are at your doorstep the angels unveil themselves and walk among us here the ancients rush forth fill their cups with sun rays they come from heaven and hell they come out of you and out of me.
And we find ourselves in a different place although everything is as it was, and I wake up and from you I see a hopeful vision deep within me.