Fjøllini standa úti Huld í támi og surrandi flugum Sveipað í vindi Og lítla ljóðinum frá svongum rótum Áirnar stoyta seg út í onki Fjøllini syngja Sum stórir operasangarar klæddir í grasi Syngja fjøllini Leggi stetoskopið móti bringuni Eitt hjarta av gróti og vatni Dukar móti oyrunum Eg spyrji hjartað Hvussu hevur tú tað Fjøllini standa einsamøll úti Ongin bjóðar teimum inn Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum Tey frysta Míni fjøll Stórar rúgvur av sjúkum gróti Fjøllini líða av svøvnloysi Leggi stetoskopið móti einum blomstri Gjøgnum tveir plastikkleidningar Angar klænt lív Fjøllini hava fepur Míni fjøll syngja í ørviti Anga av rósum og villum jarðberum Fjøllini sleppa ikki inn um kvøldarnar Onki hotell tekur ímóti teimum Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju