Sólin hækkar – vetur takkar fyri seg og hvørvur tíðin nærkast – nú skal sparkast tað er hin sami tørvur ið ár um ár jú kemur fast um bólturin tær liggur hjarta næst.
Vakrar kvinnur – menn so stinnir vita hvat tey ætla venjing harða – byggir varða tíma ei at tvætla men velja felagið, sum kann brátt geva teimum alt tú ynskja kann
B er fyri besta spælið Best og nakað fyri seg 3 og 6 er besta talið hví? Tí tað er B36!
Sólin skínur – inn brátt trínur Liðið okkar og vit reisast Vit øll somul – ung sum gomul Merkja at vit saman sveisast Til eina eind sum púra greitt Vit hava okkar lið sum nummar eitt.