Í kvøld er hválvið klárt og blátt so langt sum eyga sær og túsund smáar jólastjørnur bleiktra fyri tær Og alt er kalt og pakkað inn í turrafrost og gler Tú starir út í eina stilla hvíta dreymaverð -Og úti millum vit og skil og hvítan dreymalyng sært tú nøkur vættrabørn ið dansa runt í ring Ja, úti millum vit og skil og hvítan dreymalyng sært tú nøkur vættrabørn ið dansa runt í ring
Tey dansa undir mánanum ið hongur har við frið og veittra upp til jólamannin tá hann fer framvið -Tí jólakvøld er dreymurin ið fyllir sál og sinn eitt suð av ljósum eingla røddum tá tú sovnar inn