Viljið tær nú lýða á
Meðan eg man kvøða
Um teir ríku kongarnar
Sum eg vil nú um røða
Grani bar gullið av heiðI
Brá hann sinum brandi av reiðI
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiðI
Hundings synir í randargný
Teir skaðan gørdu har
Eitur var í svørinum
Teir bóru móti mær
Fávnir eitur ormurin
á GlitrarheiðI liggur
Regin er ein góður smiður
Fáum er hann dyggur
Hann var sær á leikvøllum
Imillum manna herjar
Rívur upp eikikelvi stór
Hann lemjir summar til heljar
Eystantil undri heyginum
Ið dreingir eyka tal
Dimmur er hesin dapri dagur
Niður í mold at fara
Har komm maður á vøllin fram
Eingin Ið hann kendi
Síðan hatt á høvdi bar
Og finskan boga í hendi
Har komm maður á vøllin fram
Hann vá við eggjateini
Eyga hevðI hann eitt í heysi
Knept var brók at beini
Ormurin er skriðin av gullinum
Tað man frættast víða
Sjúrður setist á Granar bak
Hann býr seg til at ríða
Grani bar gullið av heiðI
Brá hann sinum brandi av reiðI
Sjúrður vá á orminum
Grani bar gullið av heiði
Týr еще тексты
Другие названия этого текста
- Týr Tyr - Regin Smiður (0)
- Týr - Regin Smiður (Драконье золото, сага о Сигурде) (0)
- 584 Týr - Regin Smiður (0)
- Tyr - Regin Smiрur (0)
Оценка текста
Статистика страницы на pesni.guru ▼
Просмотров сегодня: 1