Mitt í býnum gongur hann hvønn dag Millum húsini í góðum lag Um tað regnar ella sólin sær Allatíðina hann gongur har
Onnur koyra bil og síggja hann Tey fata ikki, at hann altíð kann Ganga runt í hesum stóra bý Tey skilja ikki, at hann hevur tíð
Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann gongur til hann kemur á mál
Hann fer ongantíð avstað við skund So hann gongur neyvan nógv á fund Eingin veit við vissu hvør hann er Ella hvat hann her í býnum ger
Men tað frættist, at hann er stórt skald Hann á orðum og á tankum hevur vald Kanska skapar hann á gøtuni hvønn dag Meðan tú í bili skundar tær avstað
Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann gongur til hann kemur á mál
Kanska skrivar hann um teg og meg Kanska skrivar hann um sjálvan seg Kanska undrast hann, at tú og eg Aldrin síggjast meira á alfarveg
Kanska revsar hann ta stóru verð Hann kundi verið tann sum munin ger Og hvat um eftirtíðin minnist bara hann Tí hann sannleikan og lívið fann
Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann gongur til hann kemur á mál Ja, hann hugsar til hann kemur á mál