Skal eg droyma um at vinna aftur farin ár og ganga eftir gøtum til ta tilveru sum var eg haldi at eg leiti lítið aftur til í gjár tí løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær
løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær og eg beri við mær alt tað sum her var
Eg beri við mær minnir um tá tíðin var ein ferð við spentum vónum um alt tað sum henda skuldi her sumt gekk sum tað skuldi sumt gekk ikki sama ger tí nú eg bara fegnist um at hava tað sum er
løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær og eg beri við mær alt tað sum her var
Eg kann spyrja spurningar um hvussu og um hví eg óttast kann tað ókenda og halda púra fast eg kundi kanska krógvað meg í míni farnu tíð men má nú heldur sleppa fyri tí sum kemur næst
løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær og eg beri við mær alt tað sum her var
Man eg droyma um at vinna aftur farin ár og ganga eftir gøtum til ta tilveru sum var eg haldi at eg leiti lítið aftur til í gjár tí løtan nú og morgindagar fylla mest hjá mær
so alt tað sum eg droymi um skal henda her í dag má skunda mær at fáa nú í lag alt tað sum eg droymi um skal henda her í dag má skunda mær í dag má eg skunda mær at fáa nú í lag