Nú dansur hon aftur hon dansar avstað dansar so lívliga øll síggja tað hárið tað flákrar á varrum eitt smíl hon veit jú væl av at hon hevur stíl
Sveimar hon langa leið høgt upp í ský gloymir har sorgina staðið og tíð dansar og syngur í egnari verð hon nú sín egna veg fer
Burtur er stúran um dagar og stríð burtur hon droymir seg nú er hon frí har sum hon sveimar tú ei sleppur við tí hon er á flogi og fann har sín frið
Sveimar hon langa leið høgt upp í ský gloymir har sorgirnar staðið og tíð dansar og syngur í egnari verð hon nú sín egna veg fer
Úti er friður friður á myrkastu nátt flykrur dansa dansa og seta seg brátt
Ja so dansar hon aftur sum flykran avstað dansar so lívliga øll síggja tað aftur og fram tí at løtan er nú og náttin seg letur í fínasta skrúð
Gloymir hon sorgirnar staðið og tíð sveimar hon langa leið uppi í ský hon hevur dansað í egnari verð nú setir hon seg so her hon hevur dansað í egnari verð nú setir hon seg so her