Rúm er fyri øllum segði tann ið rúmið bygdi rúm er fyri teimum sum eg altíð loyvi inn rúmið bygdi hann og fleiri onnur burtur stygdi rúm er fyri mínum segði hann og tú forsvinn rúm er fyri tær um tú rætta ljósið sær
Rúmligur eg eri segði tann ið húsið reisti rúmlig eru vit sum koma saman her hvønn dag gestum rúma vit øll eftir okkar egna leisti rúma teimum segði hann sum syngja okkar lag rúm er fyri tær um tú rætta litin fær
Rúm er fyri øllum segði hann í hvørjum kóri raskastur er leiðarin sum velur hvør skal við dúglig eru tey sum syngja við og sjálvi vóru rúmlig sum øll onnur men nú dyrka annan sið rúm er fyri tær um tú rætta ljósið sær
Húsarúm er her hann segði stíg á okkar máttu hjartarúm er fyri tær um tú ert so sum vit hugsar tú nógv sjálvur mást tú finna aðra smáttu tú kanst tá ikki rúmast her og eina tú so sit rúm er fyri tær um tú rætta ljósið sær
rúm er fyri tær um tú rætta ljósið sær rúm er fyri tær rúm er fyri tær