Nú kølna vindar og bløð følna skjótt tey falla sum tár um tað summar sum var ljósnætur hvurvu og eg sovi søtt men longsulin fyllist sum myrkur í mær
Við regninum berast enn látur og løg tey ljóma og søkka í gulnandi ong á rútin nú banka tey naknastu trø tey banka so leingi sum náttin er long
Eg kundi sungið um elskhug og bros køvt allan sakn um ta skærastu tíð eg kundi mint meg á fløvandi tos so sólin sum sæla sá mær innaní
Men tónin í mær er sum heystið hvørt ár eg murri í moll tó eg vil spæla dur kanska ein dur eg so spæli í vár tá hitin sær smýgur um frostbarda hurð
Eg kann tá syngja um elskhug og bros burtur er saknur um skærastu tíð eg hoyri tá bara fløvandi tos og sólin sum sæla sær mær innaní
Eg kann tá syngja um elskhug og bros komin er skærasta tíð
Eg kann tá syngja um elskhug og bros burtur er saknur um skærastu tíð hoyri tá bara fløvandi tos og sólin sum sæla sær mær innaní og sólin sum sæla sær mær innaní