Nú gongur hon aftur í býnum og veit at tey hyggja at sær tí hon sær út sum ein millión hon hyggur nú runt um seg og innaní er hon nøgd við at hon hevur funnið sín egna persón
Hon hevur altíð verið her og gongur her enn heilsar upp á teg og meg skjótt so er hon kanska flogin út í stóru verð hon er jú longu væl á veg
Hon nikkar og smílist tá hon fer framvið og tey teska at hon er so klók og so øgiliga fín men hvat skal hon siga og hvat skal hon gera hon er tann hon er og hon hevur sín heilt egna stíl
Hon hevur altíð verið her og gongur her enn heilsar upp á teg og meg skjótt so er hon kanska flogin út í stóru verð hon er jú longu væl á veg
Viðhvørt so situr hon situr heima og fellir eitt tár hví kann hon ikki vera sum hon vil vera her á hesum lítla stað
Skal hon verða í býnum beint her hjá øllum sínum ella skal hon royna sítt flog og nú fara avstað men hvat um hon so brennir tær brýr sum hon kennir tað hugsar hon meðan hon blinkar til tín allan dag
Viðhvørt so situr hon situr heima og fellir eitt tár hví kann hon ikki vera sum hon vil vera her á hesum lítla stað sum hon vil vera her á hesum lítla stað lat hana vera sum hon er á hesum stað