Føroyar gav Eysturríki ein vals Tað hoyrdist úr Wien heilt til Mikladals Í heimspressu Føroyar bara fingu rós Tá eyst'ríkar snávaðu heilt út av kós
Kempaðu, bardust teir allir sum ein Máltalva Føroya varð hildin rein Stríddust tit garpar við vilja av stál' Og førdu til sigur tá Føroyar á mál
Припев: Merkið, Reytt og Blátt og Hvítt, Veittrar frítt um heimin vítt Fjøllini, fólkini stolt standa rætt Dávid her feldi Goliat Dávid her feldi Goliat
Koyrið á, Koyr á, Føroyar
Brimbardar oyggjar og fólk gingu kyk, Frásøgumenn róptu megnaravrik, Føroyar tær skulvu í botn og í grund Sigursrúsur um dalar og sund
Припев: Merkið, Reytt og Blátt og Hvítt, Veittrar frítt um heimin vítt Fjøllini, fólkini stolt standa rætt Dávid her feldi Goliat Dávid her feldi Goliat
Koyrið á, Koyr á, Føroyar
Í Norðurírlandi húsini grá Í Jugoslavia luftin so blá Tá leikarnir syngja: "Tú, alfagra land mítt," Føroyar bylgjast í barminum blítt.
Припев: Merkið, Reytt og Blátt og Hvítt, Veittrar frítt um heimin vítt Fjøllini, fólkini stolt standa rætt Dávid her feldi Goliat Dávid her feldi Goliat